90 ár síðani fyrsti Dunnaldur Dunna filmurin hevði frumsýning

Í dag eru 90 ár síðani filmurin: "Dunnaldur Dunna og tann klóka lítla hønan" varð sýndur

Hann er nakað broyttur síðani 1934, Dunnaldur Dunna

Hvørt mansbarn í Føroyum kennir hann, og í dag eru 90 ár liðin síðani fyrsti filmurin við honum var sýndur í USA.

 

Donald Duck - ella Dunnaldur Dunna - var fyrstu ferð at síggja 9. juni í 1934 í filminum Walt Disney framleiddi, ið æt: The Wise Little Hen (Tann klóka lítla hønan).

 

Síðani tá hevur Dunnaldur Dunna gingið sína sigursrøð, og hann er í søguni tann mest nýtti teknirøðsfigururin hjá Walt Disney.

 

HER  sæst fyrsti teknifilmurin við Dunnaldi Dunnu.

 

Í 75 ár hevur vikublaðið, Anders And & Co havt stóra undirtøku í bæði Danmark og í Føroyum.

 

Tað var fyri 75 árum síðani, 1. mars í 1949, at tað fyrsta Anders And og Co blaðið var útgivið í Danmark.

 

Fyrstu 10 árini kom blaðið út eina ferð um mánaðin, men síðani 1959 er tað komið út eina ferð um vikuna. Og hava nógvir føroyingar verið millum mongu trúgvu lesararnar hjá blaðnum. 

 

##med3##

 

Undan aldarskiftinum týddi Pauli Nielsen bestu Anders And søgurnar hjá Carl Barks til føroyskt. Á føroyskum kom Anders And at eita Dunnaldur Dunna. 

 

Tó er Dunnaldur Dunna aldrin komin út sum eitt vikublað í Føroyum.

 

##med4##

 

 

 

Hann er nakað broyttur síðani 1934, Dunnaldur Dunna