VIDEO: Áki skoraði í útisigri hjá Ranheim

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Raufoss-Ranheim 1-2 (1-1)

 

 

 

Góða gongdin hjá Áka D. Samuelsen heldur fram í Ranheim í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Í skoraði Áki trygt upp á brotsspark, tá Ranheim á útivølli vann 2-1 á Raufoss.

 

Raufoss legði seg á odda við einum stútara í 27. minutti. Fýra minuttir undan steðginum javnaði Áki til 1-1, tá hann við einum brotssparki sendi málverjan hjá Raufoss skeivan veg. 

 

Áki hevur nú skorað níggju mál, og hevur lagt upp til sjey mál hetta kappingarárið.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk senagalski miðvallarin Famara Camara seinna gula kortið, og so máttu Áki og liðfelagarnir stríðast 10 móti 11 leikarum. Men tað endaði eydnusamt hjá Raufoss. Tá fýra minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini fann Erik Tonne við einari góðari sending Mikael Johnsen, ið sendi bóltin trygt í netið til 2-1 til Ranheim.

 

Ranheim er nú nummar seks í deildini við 38 stigum fyri 24 dystir. Ranheim er bert trý stig frá øðrum plássinum, ið gevur beinleiðis uppflyting til bestu deildina. Start Kristiansand hevur 41 stig á øðrum plássinum.

 

Komandi leygardag klokkan 15 tekur Ranheim móti liðnum Árni Nóa Atlason hevur sáttmála við, Egersund. Enn hevur Árni Nóa ikki fingið fyrstu minuttirnar í næstbestu deildini.

 

HER ber til frá norska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum Raufoss-Ranheim 1-2 (1-1):

 

##med2##