Føroyska U21 landsliðið í hondbólti hevur seinastu tíðina verið í Algeria til HM endaspælið. Liðið hevur spælt sjey dystir og endaði samanlagt á 16. plássi.
Síggj seinna partin við at trýsta á pílin á myndini
Í samband við endaspælið hevur in.fo verið á vitjan á gongini hjá U21 landsliðnum. Frásøgumaður er liðskiparin, Helgi Hoydal. Í fyrra partinum vitjaði liðskiparan fysio-rúmið, har ein spælari millum annað fær akupunktur í bakpartin.
Les eisini: Fyrri partur av rundferðini
Í øðrum parti fær venjarin aftur av somu skuffu, tveir spælarar sova tætt saman, tí teir sakna damurnar og aðrir stríðast í Quizkampen.