Tað var ikki tann allarbesti føroyingadagurin í bestu íslendsku fótbóltsdeildini ígjár.
Gunnar Nielsen vardi málið hjá FH sum á heimavølli tók móti KA.
Skotski málrevurin, Steven Lennon legði FH á odda tá 21 minuttir vóru farnir. Tá 67 minuttir vóru farnir fekk Dusan Brkovic hjá KA tað reyða kortið. Tá var FH greitt á sigurskós við 11 monnnum móti 10 monnum hjá KA. Men ólukkutíð eydnaðist tað Jonathan Hendrickx at javna fyri KA tá 77 minuttir vóru farnir. FH hevði eftir hetta møguleika at leggja seg á odda, men teir tóku ikki av so dysturin endaði við javnleiki 1-1.
Sambært Morgunblaðnum hevði Gunnar Nielsen nakrar góðar bjargingar í dystinum.
Gamli HB-venjarin, venjarin hjá Vali, Heimir Guðjónsson vísir ikki sínum føroysku spælarum nógv álit í hesum døgum. Magnus Egilsson sat enn einaferð á beinkinum allan dystin, og Kaj Leo í Bartalsstovu slapp ikki á vøllin fyrrenn 89 minuttir vóru farnir av dystinum millum Val og Fylkir, ið endaði við javnleiki 1-1.
Fríggjakvøldið verður dystur millum Val og FH í Reykjavík. Vit kunnu bara vóna, at føroyingarnir hjá Vali sleppa á vøllin so talan kann gerast um eina føroyingauppgerð.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum FH og KA: https://www.visir.is/k/47dd5d97-c73b-40bd-bae5-138d509c949d-1624867050840
<iframe width="752" height="423" src="https://www.visir.is/player/47dd5d97-c73b-40bd-bae5-138d509c949d-1624867050840" frameborder="0" scrolling="no" seamless="seamless" allowfullscreen></iframe>