VIDEO: Brasil snávaði móti Costa Rica

(Video) Siggj hæddarpunktini frá dystinum Brasil-Costa Rica 0-0

Mynd: Scanpix

Fyri fyrstu ferð nakrantíð í søguni er tað eydnast Costa Rica at fáa stig móti Brasil.

 

Tað hendi í nátt í innleiðandi bólki D í Copa America kappingini í USA.

 

Marquinhos hjá Brasil fekk eitt mál kolldømt, men nærri kom Brasil ikki.

 

0-0 javnleikurin leggur eitt tungt trýst á brasilsku leikararnar, ið hava heimsins mest krevjandi fjepparar.

 

Undan hesum dystinum hevði Brasil í søguni vunnið níggju av níggju dystum móti Costa Rica.

 

Í sama bólki vann Kolumbia 2-1 á Paraguay. Talan er um fyrsta umfarið í bólkaspælinum.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Brasil-Costa Rika 0-0:

 

##med2##

 

 

 

Mynd: Scanpix