VIDEO: Dagur Sigurðsson er óður um vánaligu EM-planleggingina

(Video) Hoyr og síggj hørðu atfinningarnar hjá íslendska landsliðsvenjaranum hjá Kroatia

Mynd: kroatiska hondbóltssambandið

Seinnapartin klokkan 16.45 spæla Kroatia og Týskland EM-hálvfinalu í Boxen í Herning.

 

Á tíðindafundinum í Herning ígjár fanst íslendski landsliðsvenjarin hjá Kroatia, Dagur Sigurðsson at evropeiska hondbóltssambandinum og fyrireikarunum av EM-endaspælinum.

 

Dagur Sigurðsson er serliga harmur um stutta skoðbráið, har Kroatia núðstani kom vegin fram til gistingarhúsið í Silkeborg seinnapartin ígjár. Dagarnar fyri ferðina úr Malmö til Silkeborg hevði Kroatia spælt tveir harðar dystir í EM-millumbólki 2 í Malmö Arena. Dagur Sigurðsson heldur, at talan er um eitt alt ov stutt skoðbrá hjá hansara leikarum at koma fyri seg aftur til eina EM-hálvfinalu.

 

- Hetta er avgjørt ein katastrofa. Segði Dagur Sigurðsson á tíðindafundinum í Herning ígjár.

 

HER ber til at síggja og hoyra á enskum hørðu atfinningarnar Dagur Sigurðsson hevði á tíðindafundinum í Herning ígjár:

 

##med2##

 

 

 

Mynd: kroatiska hondbóltssambandið