VIDEO: Daniel Johansen snýtti málverjan hjá Kolding við genialum frísparki

(Video) Hillerød tapti fyri Kolding, men eitt gott føroyskt hæddarpunkt var tó at síggja

Daniel Johansen og Adrian R. Justinussen byrjaði báðir inni fyri Hillerød, ið var á vitjan hjá Kolding í dysti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í kvøld.

 

Kolding vann dystin 3-1. Casper Jørgensen hjá heimaliðnum skoraði reint hattrick.

 

Ein føroyskur glotti var tó í dystinum. Við støðuna 2-0 til Kolding eydnaðist tað Daniel við einum hegnisligum frísparki at snýta málverjan hjá Kolding, og minka um munin til 2-1. Tá vóru 59 minuttir leiktir av dystinum, men bert tveir minuttir seinni hevði heimaliðið økt til 3-1.

 

HER  ber til at síggja geniala frísparkið hjá Daniel Johansen.

 

Talan er um fyrsta málið hjá Daniel í einum kappingardysti fyri Hillerød.

 

Hillerød er nummar níggju í deildini við 14 stigum fyri 13 dystir.

 

Roskilde uttan Hørð H. Askham tapti á heimavølli heili 1-5 (0-2) fyri oddaliðnum, OB.

 

Roskilde er aftast í deildini við bert fýra stigum.