VIDEO: Daniel skoraði tvey vøkur mál í tapi á útivølli

(Video) Thisted tapti 2-4, men Daniel Johansen skoraði tvey vøkur mál

Daniel Johansen og Heini Fossdalsá vóru við frá dystarbyrjan, og John Frederiksen kom á vøllin í seinna hálvleiki, tá teir og liðfelagarnir í Thisted spældu móti FA 2000 á útivølli á Frederiksberg í niðara endaspælinum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

FA 2000 vann 4-2. Í steðginum var FA 200 á odda 2-1.

 

Daniel Johansen gjørdi sítt. Hann javnaði til 1-1 og minkaði um munin til 2-3 við tveimum góðum málum. Serliga fyrra málið var eitt framúr gott fríspark, ið hann sendi í kassan. Seinna málið var eisini eitt væl plasserað skot.

 

HER  ber til at síggja málini hjá Daniel. 1-1 málið sæst fremst í videobrotinum, og 2-3 málið sæst síðst í videobrotinum, ið annars er ein samrøða við Andreas Raahauge hjá Thisted, har brot úr dystinum eru afturvið samrøðuni.

 

Ósigurin í dag hevur við sær, at Thisted er fýra stig undir niðurflytingarstrikuni nú fimm dystir eru eftir at leika.

 

Harumframt hevur Thisted trupuleikar við fíggjarligu støðuni, so hetta eru svárir dagar hjá Thisted.

 

Thisted er næstaftast við 21 stigum. Teir hava 25 stig upp til FA 2000, ið er triðaftast við 25 stigum. Tí kom ósigurin fyri FA 2000 eyka illa við.

 

Sunnudagin 19. mai klokkan 13 tekur Thisted móti HIK á heimavølli.

 

Kappingin í triðbestu donsku fótbóltsdeildini endar 15. juni.