Hósdagin leiktu Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Wisla Plock fjórða javnleikin á rað í deildini. Seinastu níggju dystirnar er talan um sjey javnleikir og tveir sigrar. Wisla Plock hevur ikki tapt í bestu pólsku deildini síðani 19. september.
Dysturin á Orlen leikvøllinum í Plock móti Cracovia endaði við javnleiki 0-0.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum:
##med2##











