Video: Er ræðuligt, men vit hava tað gott

Nógv tvørafólk eru í miðnámsskúlanum í Hovi, nú fólk eru flutt, tí stórur eldur er í Varðanum Pelagic.

Tá eldur í morgun kom í Varðan Pelagic á Tvøroyri, vórðu fólk flutt av Tvøroyri, tí so nógvur og vandamikil roykur var, umframt at vandi annars var á ferð.

 

Til Hvalbiar og Vágs fóru fólk, meðan onnur halda til í miðnámsskúlanum í Hovi. Har hava tey havt tað gott í hesi kreppustøðuni.

 

- Hetta er ræðulig støða, nú virkið fórst.  Men vit hava havt tað gott her. Beinanvegin fingu vit suppu, og fólk hava annars sólað sær og fleiri eru og vitja fólk, sigur Otto Gram, lærari á Tvøroyri, og ein teirra, ið heldur til í Hovi í løtuni.

 

- Vit hava verið sera nógv fólk her í allan dag. Nú eru nøkur farin túr, ella til Vágs og aðrastaðni at vitja fólk, sigur Otto Gram.

 

Hann metir annars støðuna við eldinum á Varðanum sum eina vanlukku , ið rakar hart á Tvøroyri, og um alla Suðuroynna, tí so nógv arbeiðspláss nú eru í vanda.

 

Enn er ikki greitt, nær fólk á Tvøroyri sleppa aftur til hús.

Omanfyri ber til at síggja videosamrøður við Otto Gram. Barbara Holm er reportari og Ísak Z. Laksáfoss er upptøkumaður.