VIDEO: Fimm minuttirs samandráttur: Flensburg-Kiel 28-27 (14-17)

Síggj ein fimm minuttirs samandrátt frá týsku sjónvarpsrásini NDR

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel vóru hóskvøldið fyri fyrsta tapinum í bundesliguni hetta kappingarárið.

 

Tað svíður eyka, at tapið var fyri lokala arvafíggindanum, Flensburg-Handewitt sum hevur fleiri danskar landsliðsleikarar á liðnum.

 

Kiel var á odda 17-14 í steðginum, og teir vóru á odda 27-24 tá færri enn fimm minuttir vóru eftir. Men tað endaði við einum 27-28 tapi. Danski Emil Jakobsen skoraði sigursmálið til 28-27 í allarseinasta sekundi.

 

Stutt áðrenn bjargaði málverjin hjá Flensburg einari málroynd hjá Eliasi.

 

Elias skoraði fýra mál og legði upp til eitt mál hjá Kiel.

 

Havnarmaðurin á danska landsliðnum, Jóhan á Plógv Hansen skoraði seks mál fyri heimaliðið.

 

HER  ber til at síggja ein fimm minuttirs samandrátt av dystinum frá týsku sjónvarpsrásini, NDR. Á samandráttinum síggjast eisini nøkur góð mál hjá hoyvíkinginum og havnarmanninum, ið vóru á vøllinum fyri hvør sítt lið.