Video: Frakland-Argentina 4-3 (1-1)

(VIDEO) Síggj tey sjey málini frá tí minniligu áttandapartsfinaluni millum Frakland og Argentina

Frakland hevur vunnið seg í fjórðingsfinaluna í HM-endaspælinum í Russlandi við einum ótrúliga minniligum avriki í einum sjey-málsdrama tá fraklendingar vunnu 4-3 á Argentina.

 

Jóannes Hansen tók soleiðis samanum dystin á in.fo fyrr í dag: "Frakland legði seg framum við brotssparki, men stutt undan steðginum javnaði Argentina við langskoti. Tá ið suðuramerikanararnir stutt eftir steðgin løgdu seg framum 2-1 eftir fríspark, kendist møguleiki vera fyri, at Argentina fór at vinna, hóast Frakland vísti betra avrikið.

 

So javnaði Frakland og Benjamin Pavard við framúr langskoti, sum man vera evni til besta málið í kappingini higartil, og síðani hugdu fraklendingarnir ongantíð aftur um seg. Frakland legði seg framum 4-2 við tveimum málum, sum 19 ára gamli Gabriel Mercado, ið er nýggja franska stjørnan skoraði, og í síðstu sekundunum varð tað ikki frítt av spenningi, tá ið Argentina minkaði um munin, men tá var tíðin farin.

Fraklendingar fegnast, og í Argentina eru tey vónbrotin."

 

 

 

 

HERber til at síggja málini í tí ótrúliga minniliga HM-dystinum millum Frakland og Argentina.

 

 

Frakland – Argentina 4-3 (1-1)

 

1-0: Antoine Griezmann br 13.

1-1: Angel Di Maria 41.

1-2: Gabriel Mercado 48.

2-2: Benjamin Pavard 57.

3-2: Kylian Mbappe 64.

4-2: Kylian Mbappe 68.

4-3: Sergio Aguero 90.