Video: Fýra ferðir Finnur

Her ber til at síggja øll málini hjá Finni Justinussen í 4-0 sigrinum hjá Víkingi á FC Suðuroy

Finnur Justinussen fekk av álvara hol á málskjótingina í ár, tá Víkingur í dag vann 4-0 á FC Suðuroy í fimta umfari í Effo-deildin. Finnur Justinussen skoraði øll fýra málini í dystinum.


Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samandráttin

 

Hetta var somuleiðis fyrsti sigurin hjá Víkingi í ár. Frammanundan hevur liðið bara spælt javnleikir.

 

Víkingur-FC Suðuroy 4-0 (1-0)

1-0: Finnur Justinussen 9.

2-0: Finnur Justinussen 49.

3-0: Finnur Justinussen 74.

4-0: Finnur Justinussen 81.

 

Støðan

NSÍ 12

B36 11

HB 9

Víkingur 7

TB 6

KÍ 5

AB 5

ÍF 3

EB/Streymur 3

FC Suðuroy 0