Savnsynd: Ritzau Scanpix

Útlendsk kvinna útvíst eftir handilsstuldur

Kvinnan, sum varð tikin fyri at stjala úr tveimum handlum í Havn, verður í dag útvíst. Hon sleppur ikki inn aftur í landið næstu tvey árini.

Savnsynd: Ritzau Scanpix

Eitt útlendskt ferðafólk, sum varð tikið fyri handilsstuld í Havn, verður í dag útvíst.

 

Talan er um kvinnuna, sum í gjár varð tikin fyri at hava stolið eina blusu og aðrar vørur úr tveimum ymiskum handlum í høvuðsstaðnum.

 

Løgreglan upplýsti í gjár, at málið fór at verða viðgjørt við atliti at fyrisitingarligari útvísing.

 

Nú hava myndugleikarnir í Danmark tikið avgerð um at útvísa kvinnuna. Hon hevur samstundis fingið innferðarbann í tvey ár og sleppur sostatt ikki inn aftur í landið hetta tíðarskeiðið.

 

Umframt útvísingina fær kvinnan bót og skal rinda endurgjald fyri stolnu vørurnar.

 

Savnsynd: Ritzau Scanpix