VIDEO: Fyrsta málið hjá Saru í bestu donsku fótbóltsdeildini

(Video) Her eru málini frá dystinum FC Nordssjælland-FC Keypmannahavn 9-1 (6-0)

U19-landsliðsleikarin, bert 17 ára gamla, Sara Benjaminsen hevur nú skotið fyrsta málið hjá sær í bestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Fyrr í dag vann FC Nordssjælland á heimavølli stórsigur 9-1 á FC Keypmannahavn.

 

Tá Sara kom á vøllin aftaná steðgin var støðan 6-0. Í 64. minutti økti Sara til 8-0, tá hon fekk eina góða sending inn í brotsteigin, og hon sendi bóltin hegnisliga í netið.

 

HER  ber til frá TV2 at síggja tey 10 málini, ið vóru skotin í dystinum. Málið hjá Saru sæst ein minutt inni í videobrotinum. 

 

Nordssjælland er fjórðfremst í deildini við sjey stigum fyri fýra dystir. 

 

Týskvøldið 1. september hevur FC Nordssjælland aftur dyst á heimavølli. Tá kemur Kolding á vitjan.