Geza David Turi var á vøllinum í 92 minuttir í fyrsta kappingardystinum hjá Grimsby Town í hesum kappingarárinum.
Á heimavølli tapti Grimsby 1-3 fyri gamla liðnum hjá Stanley Matthews, Blackpool City, ið spælir í triðbestu ensku fótbóltsdeildinin.
Talan var um dyst í fyrsta umfarinum í Carabao Cup steypakappingini. Blackpool legði seg á odda longu í triðja minutti, og teir øktu til 2-0 í 58. minutti.
Í 92. minutti minkaði Harvey Rodgers um munin til 2-1. Men yvirtíðin helt fram, og tríggjar minuttir seinni økti Blackpool til 3-1.
Grimsby hevði fleiri royndir innanfyri málrammurnar enn Blackpool, men liðið sum spælir eina deild hægri enn Grimsby var effektivari.
Geza fekk besta karakterin frá Soccerstand av øllum leikarunum hjá Grimsby. Har fekk hann karakterin: 7,0 (av 10 møguligum). Hann fekk eisini besta karakterin frá Sofascore. Har fekk hann karakterin: 7,2.
Komandi leygardag klokkan 15 spælir Grimsby fyrsta dystin í League Two hetta kappingarárið. Talan verður um dyst á heimavølli móti Exeter.
HER ber til at síggja málini frá dystinum Grimsby Town-Blackpool City 1-3 (0-1):
##med2##











