"Tú Alfagra land mítt" rungaði á Torginum í Visby í kvøld, tá ið Torkil Veyhe fekk handað gullheiðursmerkið fyri knúsandi sigurin hjá sær í einkultstartinum á Oyggjaleikunum í Gotlandi í dag.
Eisini fingu føroysku menninir í súkkling bronsuheiðursmerki í liðkappingini handað.
Her á Oyggjaleikunum í Gotlandi er tað skipað soleiðis, at hvørt kvøld klokkan átta verða nøkur heiðursmerkir handað á Stora Torg mitt í hjartanum av Visby.
Ì kvøld var veðrið tó alt annað enn til vildar, tí tað oysti niður, men fitt av føroyingum høvdu tó leitað sær til handanina. Eisini Ísak Laksafoss hjá Miðlahúsinum var har og filmaði løtuna.