TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá sera týðandi dystinum millum Týskland og Danmark í millumbólki 2 í EM-endaspælinum, sum er í Kroatia í hesum døgum.
Upptøkurnar eru frá evropeisku hondbóltssamgonguni, EHF.
Danmark vann 26-25. Í steðginum var Týskland á odda 9-8.
Um dystin skrivaði Jóannes Hansen á in.fo fyrr í kvøld: - serliga í fyrra hálvleiki var tað langt millum, at tað eydnaðist liðunum at spæla seg til upplagdar møguleikar.
Hálvleiksstøðan var 9-8 til Týskland. Verjurnar stóðu seg væl betri enn álopini, og málverjarnir vóru ikki á tí støðinum, sum teir annars hava verið.
Í seinna hálvleiki fylgdust liðini leingi. Týskland var fleiri ferðir frammanfyri, meðan danir runnu aftaná.
Danski stórspælarin Mikkel Hansen var lítið sjónligur í fyrra hálvleiki og fyrstu minuttirnar eftir steðgin. So vísti hann seg frá síni bestu síðu í álopsspælinum. Hann skoraði nøkur avgerandi mál og í øðrum førum spældi hann liðfelagarnar leysar.
Veteranurin við føroysku ættarbondunum, Hans Lindberg, sum hevur spælt í Týsklandi síðani 2007, átti stóran leiklut. Hann umsetti fýra brotskøst til mál, og so var hann púra tryggur úr spískum. Hann skoraði níggju mál og var toppskjútti.
Onkra løtu - tá ið tað restaðu færri enn tíggju minuttir - var Danmark frammanfyri við trimum, en tað endaði 26-25. Bólturin varð dømdur frá dønum fyri drál, tá ið tað restaðu trý sekund, men týskarar megnaðu ikki at spæla seg aftur í álop, og harvið glapp møguleikin at javna teimum av hondum.
Danmark er nú í góðari støðu at vinna seg í hálvfinaluna, sum verður veruleiki, um Danmark í síðsta dystinum í miðumfarinum megnar í hvussu so er javnleik ímóti Makedonia.
Í sama bólki vann Spania fyri løtu síðani 31-20 (15-6) á Makedonia.
Støðan í EM-millumbólki 2:
1 | Danmark | 4 | 3 | 0 | 1 | 109:103 | 6 |
2 | Spania | 3 | 2 | 0 | 1 | 85:60 | 4 |
3 | Týskland | 4 | 1 | 2 | 1 | 97:95 | 4 |
4 | Makedonia | 3 | 1 | 1 | 1 | 70:80 | 3 |
5 | Kekkia | 3 | 1 | 0 | 2 | 62:81 | 2 |
6 | Slovenía | 3 | 0 | 1 | 2 | 77:81 | 1 |
Dystarskráin komandi dagarnar:
23.01 17:15 | Slovenía | : | Spania |
23.01 19:30 | Makedonia | : | Kekkia |
24.01 15:00 | Slovenia | : | Kekkia |
24.01 17:15 | Makedonia | : | Danmark |
24.01 19:30 | Týskland | : | Spania |