Video: Her vinnur KÍ á B36

Her samandrátturin frá oddadystinum í dag

KÍ vann í dag oddadystin móti B36 og hevur lagt seg langt á odda í Effo-deildini. KÍ vann ferðmikla og til tíðir spennandi dystin 1-0.

 

Síggj samandráttin við at trýsta á pílin á myndini

 

Málið skoarði vælspælandi miðvallarin hjá KÍ Semir Hadzibulic, eftir ein hálvan tíma. B36 royndi at svara aftur, men nærmast var at fáa mál var KÍ.

 

Við sigrinum er KÍ ikki færri enn sjey stig fremst undan seinasta umfarinum fyri summarsteðgin. KÍ fær fríggjakvøldið vitjan av AB.

 

B36-KÍ 0-1 (0-1)

0-1 Semir Hadzibulic, 30