VIDEO: Jóan Símun í jólafrí við tapi á heimavølli

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum OB-Silkeborg 1-2 (0-0)

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum í donsku superliguni millum OB og Silkeborg, sum var spældur ígjár.

 

Jóan Símun Edmundsson spældi allan dystin fyri OB.

 

Um dystin skrivaði Jóannes Hansen á in.fo ígjár: "Í dag fóru Jóan Símun Edmundsson og liðfelagar hansara í OB í vetrarfrí frá superliguni. Næsta avbjóðingin í landskappingini verður 11. februar, tá ið fær vitjan av uppflytarunum í FC Helsingør.

 

Í dag tapti OB 2-1 á heimavølli ímóti Silkeborg IF. Tað var stórt vónbrot, tí OB er á sjeynda plássi, meðan Silkeborg er á tíggjunda plássi. Jóan Símun Edmundsson var alla tíðina í leiklutinum sum tíggjari hjá OB, sum í dag var í 3-4-1-2 útgávu. Tað var ikki fyrrenn í evstu løtu, at OB minkaði um munin til 2-1. Tølini siga, at tað gongur heilt illa hjá OB at fáa bóltin í netmeskarnar hjá mótstøðuliðnum. Í tjúgu dystum hevur OB skorað nítjan mál. Toppskjútti er Anders K. Jacobsen, sum hevur skorað sjey ferðir. Næstir á listanum eru Rasmus Festersen (3) og Nicklas Helenius, Jacob Barrett Laursen og Jóan Símun Edmundsson (2).

 

Tað hevur fleiri ferðilr verið nevnt, at OB ivaleyst fer at royna at fáa fatur á nýggjum málrevi í vetrarsteðginum. Men tað ætlar OB venjarin Kent Nielsen sær ikki. Við Ritzau sigur hann soleiðis: -Vit hava rætta liðið. Framrættaðu spælararnir hava áður víst, at teir eru førir fyri at skjóta mál.Venjarin ásannar, at teir áttu at havt skorað fleiri mál, men hann sigur seg vera vísan í, at tað fer at venda:-Í vetur fara vit í venjingunum at arbeiða við avbjóðingini hjá álopsspælarunum. Trupulleikin er ikki bara, at álopsspælararnir ikki eru nóg neyvir, tá ið teir eru í góðum støðum. Uppspælið er ikki nóg gott, og tað verður neyðugt at fáa meiri burturúr innleggunum og samanspælið kann verða væl betri, sigur Kent Nielsen."

 

Støðan:

 

1

Brøndby

19

13

4

2

42

18

24

43

2

FC Midtjylland

18

13

2

3

44

23

21

41

3

FC Nordsjælland

19

12

3

4

51

34

17

39

4

Hobro

19

7

6

6

27

25

2

27

5

AC Horsens

19

6

9

4

25

27

-2

27

6

FCK

19

7

5

7

33

25

8

26

7

AaB

19

6

8

5

18

21

-3

26

8

OB

19

6

7

6

20

19

1

25

9

SønderjyskE

19

5

6

8

30

28

2

21

10

Silkeborg

19

6

2

11

23

37

-14

20

11

AGF

19

5

4

10

20

34

-14

19

12

Lyngby

19

4

6

9

27

41

-14

18

13

FC Helsingør

19

5

1

13

15

32

-17

16

14

Randers FC

18

3

5

10

17

28

-11

14