VIDEO: Jenis sendi liðið hjá Jóannesi Bjartalíð úr steypakappingini

(Video) Her eru hæddarpunktini frá fjórðingsfinaluni FC Jenis-FC Kyzylzhar 2-0 (2-0)

Jóannes Bjartalíð var við frá dystarbyrjan, tá lið hansara, FC Kyzylzhar spældi fjórðingsfinalu í kasakisku steypakappingini.

 

Á útivølli tapti Kyzylzhar 0-2 fyri FC Jenis. Heimaliðið gagnnýtti tvey mistøk í verjuni hjá Kyzylzhar, og fyrri hálvleikur var ikki meir enn hálvrunnin, tá FC Jenis hevði skorað tvær ferðir.

 

Undan hesum dystinum hevði Kyzylzhar eisini tapt tríggjar dystir á rað í bestu kasakisku fótbóltsdeildini.

 

Longu sunnudagin klokkan 12 hevur Kyzylzhar dyst á heimavølli í bestu deildini. Tá kemur Altai á vitjan.

 

Kyzylzhar er nummar 10 í deildini við 11 stigum. Kyzylzhar hevur fimm stig upp til Okzhetpes, ið er á triðja plássinum, ið gevur atgongd til Conference League.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá fjórðingsfinaluni FC Jenis-FC Kyzylzhar 2-0 (2-0). Jóannes Bjartalíð við nummar 10 á rygginum sæst í nøkrum framrættaðum støðum:

 

##med2##