Ikki nakar serligur dagur hjá føroyingaliðunum í Íslandi ígjár.
Kaj Leo í Bartalsstovu fekk 70 minuttir á vøllinum tá lið hansara, Valur hevði nóg mikið av málmøguleikum til at vinna á Stjørnuni á heimavølli. Magnus Egilsson fekk onga spælitíð fyri Val ígjár. Tíðliga í seinna hálvleiki hevði Kaj Leo ein góðan stútara sum tíverri fór framvið málinum.
Gunnar Nielsen vardi málið hjá FH. ið á heimavølli tapti 1-2 til Fylkir sum nú er oddalið í bestu íslendsku deildini. Þórður Gunnar Hafþórsson legði Fylkir á odda tá ein hálvur tími var farin av dystinum. Miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði Daníel Hafsteinsson fyri FH, men bert seks minuttir seinni skoraði Arnór Borg Guðjohnsen, maður av kendari fótbóltsætt í Íslandi sigursmálið hjá Fylkir. Sambært Morgunblaðnum hevði Gunnar onkra góða bjarging, men verjan hjá FH sá ikki optimalt út tá Fylkir skoraði til 2-1. Eisini datt Gunnar í støðuni beint áðrenn Fylkir skoraði til 1-0.
Sera javnt er í Pepsideildini sum stigatalvan eisini vísir:
Lið: | |||
Fylkir | 6 | 11:6 | 12 |
KR | 5 | 8:5 | 12 |
Breiðablik | 6 | 13:9 | 11 |
ÍA | 6 | 15:8 | 10 |
Valur | 6 | 13:6 | 10 |
Víkingur R. | 6 | 8:9 | 8 |
Stjarnan | 3 | 6:2 | 7 |
FH | 5 | 10:12 | 7 |
HK | 6 | 11:15 | 5 |
Grótta | 6 | 7:16 | 4 |
KA | 5 | 5:10 | 3 |
Fjölnir | 6 | 5:14 | 2 |
HER ber til at síggja málini sum komu í dystinum millum FH og Fylkir:
<iframe width="752" height="423" src="https://www.visir.is/player/54905342-06fc-43ca-b986-f6f6e24b4d49-1594707821301" frameborder="0" scrolling="no" seamless="seamless" allowfullscreen></iframe>