Landsliðsliðskiparin, Ásla Johannesen og liðfelagarnir í Piteå spældu fyrr í dag torføran dyst á útivølli í Stokkhólmi móti Djurgården. Talan var um dyst í triðja umfarinum í bestu svensku fótbóltsdeildini.
Dysturin endaði við málríkum 3-3 javnleiki. Ásla legði hegnisliga upp til 1-1 málið aftaná ein hornasparksvariant, har hon spældi bóltin til Selinu Henriksson, ið setti bóltin í málið. Tá vóru 37 minuttir leiktir av dystinum. Tveir minuttir inni í seinna hálvleiki legði Saga Swedman Piteå á odda 2-1. Men longu tríggjar minuttir seinni gjørdi Piteå sjálvmál, og í 58. minutti legði Djurgården seg á odda 3-2. Fáar minuttir undan dystarloki tryggjaði nigerianska Anam Imo Piteå javnleik við einum stútara.
Í fyrstu trimum dystunum hevur Piteå vunnið ein, leikt ein javnan, og tær hava tapt ein dyst.
Jóhanna Fossdalsá Sørensen og liðfelagarnir í BK Häcken hava heldur óvæntað tapt tveir teir fyrstu dystirnar hetta kappingarárið. Í morgin klokkan 14 hava tær heimadyst móti Vittsjö.
HER ber til at síggja málini frá dystinum Djurgården-Piteå 3-3 (1-1):
##med2##