VIDEO: Lech Poznan vann greiðan sigur undan dystinum á Tórsvølli

(Video) Her ber til at síggja greiða sigurin Lech Poznan vann fýra dagar undan returdystinum móti KÍ

Mynd: Lech Poznan

Í annaðkvøld klokkan 18.30 byrjar seinni dysturin í triðja undanumfarinum í Europa League millum KÍ og Lech Poznan úr Póllandi.

 

Lech Poznan hevur eina 1-0 leiðslu við sær frá fyrra dystinum. 

 

Vegna fútaforboð verður dysturin ikki spældur á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík, men á Tórsvølli.

 

Lech Poznan fekk sunnudagin eina góða undansýning fýra dagar undan returdystinum á Tórsvølli móti KÍ.

 

Lech Poznan vann í bestu pólsku fótbóltsdeildini, Ekstraklasa greiðan 3-0 heimasigur á Piast Gliwice. Málin vóru skotin seinastu 27 minuttirnar av dystinum.

 

Lech Poznan er saman við Legia Varsjava fremst í deildini. Liðini hava sjey stig hvør fyri tríggjar dystir.

 

HER ber til at síggja hvussu Lech Poznan fýra dagar undan returdystinum móti KÍ vann 3-0 á Piast Gliwice:

 

##med2##

 

Mynd: Lech Poznan