VIDEO: Liðið hjá Áka og Martini tapti á heimavølli

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Mjällby-Elfsborg 0-1 (0-1)

Gongdin er tung í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskuni hjá liðnum hjá Áka D. Samuelsen og Martini Agnarssyni, Mjällby.

 

Mjällby, ið er verandi meistari hevur ikki vunnið ein dyst í deildini síðani 9. mai, tá teir vunnu 4-1 á Degerfors.

 

Í dag tapti Mjällby á heimavølli 0-1 fyri Elfsborg, ið skoraði sigursmálið miðskeiðis í fyrra hálvleiki.

 

Áki spældi allan dystin, og Martin var skiftur út í 57. minutti.

 

Mjällby er nummar 11 í deildini við 17 stigum. Teir hava sjey stig niður til næstaftasta plássið, ið merkir beinleiðis niðurflyting aftaná lokið kappingarár. Mjällby hevur níggju stig upp til Djurgården, ið er á triðja plássinum sum gevur atgongd til evropeiskan fótbólt komandi ár. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Mjällby-Elfsborg 0-1 (0-1):

 

##med2##