VIDEO: Málið sum gjørdist munurin í Georgia

(Video) Síggj vakra málið sum kom í U21 EM-undankappingardystinum Georgia-Føroyar 1-0 (0-0)

Føroyska U21 landsliðið hevði við eitt sindur av neyvleika kunna fingið eitt stig við sær úr Tblisi í Georgia, tá liðið ígjár tapti 0-1 ímóti Georgia í EM-undankappingardysti.

 

Um málið, sum gjørdist munurin millum liðini skrivaði André Olsen á in.fo ígjár: "1-0 til Georgia, 46 min: Føroyska liðið hevur fingið eina marrubyrjan uppá seinna hálvleik, tí longu í fyrsta minuttinum av seinna hálvleiki, hevur Georgia lagt seg á odda 1-0. Georgiska málið var væl spælt - fyrst eftir eitt gjøgnumbrot í teirra vinstru síðu, sum endaði við at bólturin var spældur væl til ein georgiskan leikara í føroyska brotssteiginum, sum smekkaði til. Málskjútti hjá Georgia var liðskiparin, Luka Zarandia."

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj upptøkurnar hjá georgiska fótbóltssambandinum av málinum hjá Luka Zarandia.