VIDEO: Málini sum bjargaðu Kaj Leo og Jónas

(Video) Síggj málini frá dystinum ÍBV-KA 3-0 (1-0). Kaj Leo í Bartalsstovu skoraði eitt og legði upp til eitt mál

Íslendska landskappingin endaði leygardagin, har einasti spenningurin í seinasta umfarinum var um tað var ÍBV ella Víkingur Ólafsvík, sum endaði við svartaperi og flutti niður.

 

ÍBV kláraði frísak við einum 3-0 heimasigri á KA. Jónas Tór Næs var við frá byrjan, og Kaj Leo í Bartalsstovu kom inn í seinna hálvleiki, og legði upp til 2-0 málið og skoraði til 3-0, sum gjørdist endaliga úrslitið.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini frá dystinum ÍBV-KA 3-0 (1-0). 

 

Endaliga støðan í pepsideildini:

 

1Valur (M - C.L.)22     1552      43:2050
2Stjarnan (E.L.)22108446:2538
3FH (E.L.)2298533:2535
4KR2287731:2931
5Grindavík2294931:3931
6Breiðablik22931034:3530
7KA2278737:3129
8Víkingur R.2276932:3627
9ÍBV (S - E.L.)22741132:3825
10Fjölnir2267932:4025
11Víkingur Ó.22641224:4422
12ÍA22381128:4117

 

Nýggj lið í pepsideildini eru Fylkir, og gamla liðið hjá Símuni Samuelsen, Keflavík.