Brann Bergen hevur fyri langari tíð síðani tryggjað sær uppflyting til bestu norsku fótbóltsdeildini.
Áðrenn útidystin hjá Brann Bergen móti Meinhardi E. Olsen og hinum í Mjøndalen í dag hevði Brann í 26 dystum vunnið 23 dystir og leikt tríggjar javnar.
Meinhard og liðfelagarnir í Mjøndalen gjørdust í dag teir fyrstu at vinna á Brann Bergen hetta kappingarárið.
Mjøndalen vann dystin 3-1. Meinhard skoraði til 1-0 aftaná gott forarbeiðið hjá Love Reutersward. Málið kom longu í sjeynda minutti. Brann Bergen javnaði til 1-1 tá sjey minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki.
Tá 75 minuttir vóru farnir átti Meinhard næstseinasta fótin, tá Kristian Lien legði Mjøndalen á odda 2-1. Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat økti Erik Stavas Skistad til 3-1.
Mjøndalen er nummar átta í deildini við 39 stigum. Mjøndalen hevur bert eitt stig upp til Kongsvinger, ið er á sætta plássinum við 40 stigum. Sætta plássið gevur rætt til Play Off dystir um uppflyting.
Sunnudagin 16. oktober spæla Meinhard og liðfelagarnir móti Rógva Baldvinsson og liðfeløgunum í Bryne á útivølli.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá flotta 3-1 sigrinum hjá Mjøndalen á Brann Bergen:
##med2##