Martin Agnarsson stóð fyri einum assist-hattricki, tá Aarhus Fremad í heimadysti í niðara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini vann stórsigur 5-1 á Middelfart.
Í tveimum førum var talan um góð hornaspørk, har viðleikararnir tóku av møguleikanum, og í einum føri var talan um eina góða fríspæling.
Magnus Kaastrup, Kasper Nygaard Andersen, Luka Callø skoraðu til ávikavist 2-1, 3-1 og 4-1 við Martini Agnarssyni í leiklutinum sum uppleggjari.
Aarhus Fremad er næstfremst í niðara endaspælinum við 33 stigum.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Aarhus Fremad-Middelfart 5-1 (3-1):
##med2##










