Svøríki deilir fyrsta plássið í HM-bólki F saman við Meksiko aftaná Svøríki fyrr í dag vann 1-0 á Suðurkorea.
Avgerandi málið kom miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá liðskiparin í miðverjuni hjá Svøríki, Andreas Granqvist, umsetti brotsspark til mál. Andreas Granqvist var púra róligur úr ellivu metrum og skoraði til 1-0. Í fyrra hálvleiki var tað annars Suðurkorea, sum tóktist hava munin í spælinum, meðan svenski Marcus Berg var nærmastur við at skora.
Í seinna hálvleiki hevði Svøríki spælið í fyrra partin av hálvleikinum, men Suðurkorea hevði møguleikar at javna, men raktu millum annað ikki málið, tá teir stútaðu úr stuttari fjarðstøðu.
HERber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Svøríki og Suðurkorea.
Belgia vann 3-0 á Panama í bólki G, har Ongland og Tunesia spæla í kvøld klokkan 19.
Eitt verjukent og ógvuliga stríðshugað Panama gjørdi tað trupult fyri Belgia í fyrra hálvleiki, sum ikki fekk skapt teir heilt stóru møguleikarnar og mest royndu seg í hvør sínum lag eitt nú við Chelsea-stjørnuni Eden Hadzard. Tað var 0-0 í hálvleikssteðginum.
Ein hómaði eitt vet av ótta fyri, at hetta var dagurin, har Belgia ikki fór at finna vegin til málið, men hesin óttin varð sparkaður til viks við einum dundurskoti bara tveir minuttir inn í seinna hálvleik, tá ið Dries Mertens fluktaði bóltin inn við handaru stong til 1-0 til Belgia.
Panama megnaði ongantíð at hótta leiðsluna hjá Belgia, og heldur var tað Manchester United-áleyparin, Romelu Lukaku, sum við tveimum málum syrgdi fyri, at Belgia vann dystin 3-0 og hevur fingið eina ynskiliga byrjan upp á HM-endaspælið.
HERber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Belgia og Panama.