VIDEO: Soleiðis reyk Víkingur Reykjavík úr Champions League

(Video) Her er ein longri samandráttur frá dystinum Hapoel Beer Sheva-Víkingur Reykjavík 2-0 (0-0)

Íslendsku meistararnir, Víkingur Reykjavík vóru fyri somu lagnu sum føroysku meistararnir, KÍ. Teir ruku út úr Champions League við einum samlaðum eittmálstapi.

 

Gunnar Vatnhamar spældi allan dystin, tá Víkingur Reykjavík í seinna dystinum í øðrum undanumfarinum í Champions League, skuldi royna at vinna seg til triðja undanumfarið í Champions League.

 

Víkingur vann í fyrru uppgerðini á heimavølli 2-1 á ísraelsku meistarunum, Hapoel Beer Sheva. 

 

Returdysturin, ið var leiktur í Szombathely í Ungarn endaði við 2-0 sigri til Hapoel Beer Sheva. 

 

Víkingur fekk tillutað eitt brotsspark í tíðini dómarin hevði lagt aftrat, men tíverri tók VAR og broytti dómin til eitt fríspark ístaðin.

 

Í triðja undanumfarinum í Europa League møtir Víkingur Reykjavík sveisiska liðnum, Thun. 

 

HER ber til at síggja ein eitt sindur longri samandrátt frá dystinum Hapoel Beer Sheva-Víkingur Reykjavík 2-0 (0-0) við ísraelskum frásøgumanni:

 

##med2##