Landsstýrið: Bú­skap­ur­in er sterk­ur – men av­bjóð­ing­ar bíða

Methøg arbeiðstøl og vøkstur eyðkenna føroyska búskapin, men haldførið í almenna búskapinum er framvegis ein av størstu avbjóðingunum.

Landsstýrið lýsir búskaparstøðuna í Føroyum sum góða.

Í ólavsøkufrágreiðingini verður víst á, at vøkstur er í búskapinum, nettotilflytingin er positiv, arbeiðsloysið er nærum burtur, og talið á starvsfólkum hevur ongantíð verið hægri.

Sambært metingunum hjá Fíggjarmálaráðnum fer føroyski búskapurin at vaksa við millum fýra og fimm prosent bæði í ár og komandi ár. Men nógv veldst um gongdina uttanlands.

Millum annað verður peikað á, at ófriðurin í Miðeystri, oljuprísirnir, rentustøðið og altjóða búskapurin kunnu fáa stóra ávirkan á føroyska búskapin komandi árini.

Kortini er tað serliga ein avbjóðing, sum fyllir í frágreiðingini.

– Størsta avbjóðingin í búskapinum er haldførið í almenna búskapinum, verður staðfest.

Tí ætlar samgongan at halda fast um ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk og samstundis gera íløgur, sum kunnu styrkja samfelagið upp á longri sikt.