Trigger-happy er eitt hugtak, ið kom til mín um páskirnar. Síðan eg fór at skrivað blogg, síggi eg í teljaranum, at í tveimum førum havi eg brúkt hetta enska orð, sum eg fekk ChatGPT at myndprýða eftir uppáhaldinum, at trúgv er blivin tað nýggja svarta í hvíta USA.
Men makt, byrsur og vápn munnu vera tey viðurskifti, ið eru longst frá norska sálminum "Det er makt i de foldede hender", sum Chr. Høj týddi til "Tað gav mátt, tá tú helt saman hendur". Meðan eg um páskini leitaði í øllum teim føroysku sang- og sálmabókunum, finni eg undir 'bøn' hesi dagsaktuellu og tíðarrøttu orðini hjá Steingrími Niclasen: "Halt kríggi, sóttum, svulti við, o, faðir, okkum frá, og veit tú øllum trygd og frið, í hvørji heimsins vrá".
Bloggaðu orðini frá 2016 um at verða trigger-happy eru aftur aktuell, nú vit í kvøld standa fyri einum triðja heimsbardaga, settan í verk og pallsettan fyri Trump av bønarmanninum í Pentagon, Hegseth. Veit ikki um vit skulu spæla Garth Brooks "If Tomorrow Never Comes", men leygardagin ætli eg mær norður í Varpið at hoyra fagnaðarkonsertina fyri Teimum av Kamarinum.
Les meira beint her: Trúgv er blivin tað nýggja svarta í hvíta USA











