Føroyska fótbóltslandsliðið tapti uppiborið, men tapti heldur nógv, 1-4 fyri Estlandi í hálvfinaluni í Baltic Cup í Talinn ígjár.
Petur Knudsen legði Føroyar á odda við einum góðum máli aftaná gott upplegg frá Hanusi Sørensen. Tá vóru 24 minuttir leiktir.
Estland javnaði til 1-1 beint undan steðginum.
Í seinna hálvleiki løgdu estar seg tíðliga á odda, og eftir tað var talan um mótbrekku hjá føroysku leikarunum. Leingi sá út til, at dysturin fór at enda 2-1, men seinastu løtuna øktu estar við tveimum málum. Talan er um fjórða dystin á rað vit tapa fyri Estlandi í Talinn.
Týsdagin spæla Føroyar dyst um triðja plássið móti Lettlandi í Riga. Dysturin byrjar longu klokkan 11.
HER ber til at síggja ein samandrátt upp á átta minuttir frá dystinum Estland-Føroyar 4-1 (1-1).
Estland-Føroyar 4-1 (1-1) - Hálvfinala í Baltic Cup
0-1 Petur Knudsen (24.)
1-1 Alex Matthias Tamm (43.)
2-1 Henri Anier (50.)
3-1 Edgar Tur (83.)
4-1 Danil Kuraksin (90.)