VIDEO: Soleiðis tryggjaði Grimsby sær sigurin í yvirtíðini

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Cambridge United-Grimsby Town 1-2 (1-1)

Týskvøldið vann liðið hjá David Geza Turi 2-1 á Cambridge United í útidysti í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini, League Two.

 

Cameron McJannett skoraði sigursmálið fýra minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat, og fagnaðurin var ótrúligur.

 

Grimsby er nú á sera týðandi sjeynda plássinum, ið gevur rætt til at spæla dystir um uppflyting.

 

Grimsby hevur 74 stig fyri 44 dystir. Teir eru eitt stig frammanfyri Chesterfield, ið hevur 73 stig.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Cambridge United-Grimsby Town 1-2 (1-1):

 

##med2##