VIDEO: Soleiðis tryggjaðu Pingel og Adrian Hillerød javnleik

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Vendsyssel FF-Hillerød 4-4 (1-2)

Liðið hjá Adrian Justinussen, Hillerød var í kvøld á vitjan hjá Vendsyssel FF í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, og endaði dysturin við málríkum javnleiki 4-4.

 

Tá vóru bara leiktir seks minuttir tá Sebastian Pingel legði upp til Jonathan Witt, ið legði Hillerød á odda 1-0. Níggju minuttir seinni javnaði heimaliðið til 1-1. Tveir minuttir undan steðginum legði Markus Bay Hillerød á odda 2-1. Bert sjey minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki tá Vendsyssel javnaði til 2-2 aftaná eitt mistak frá málverjanum hjá Hillerød.  

 

Tá 55 minuttir vóru leiktir legði Adrian Hillerød á odda 3-2 aftaná upplegg frá Sebastian Pingel. Men 10 minuttir seinni javnaði heimaliðið til javnleik 3-3.

 

Vendsyssel kom á odda 4-3 tá 91 minuttir vóru leiktir, og tá sá svart út hjá Hillerød, men Sebastian Pingel javnaði til 4-4 tá fimm minuttir av yvirtíð vóru leiktir. Sebastian Pingel megnaði sostatt at leggja upp til tvey mál og skora eitt mál sjálvur í dystinum, og hann var uppiborið kosin at vera dagsins leikari. 

 

Sostatt fekk Hillerød eitt stig við sær til Sælands, og Adrian skoraði fyrsta málið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

HER  ber til at síggja málini frá TV3 Sport.