VIDEO: Soleiðis vann Füchse Berlin á Wetzlar

(Video) Síggj ein samandrátt av dystinum HSG Wetzlar-Füchse Berlin 25-34 (11-20)

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin spældu ígjár dyst á útivølli í bundesliguni móti HSG Wetzlar.

 

Füchse Berlin vann greitt 34-25. Í fyrra hálvleiki koyrdi tað sum eftir ánni hjá Füchse Berlin, og vóru berlinararnir á odda 20-11 í steðginum.

 

Hákun skoraði fýra mál og var millum triðbestu málskjúttarnar hjá Füchse Berlin. Lasse B. Andersson var toppskjútti hjá Füchse Berlin við seks málum.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum:

 

##med2##