Áki D. Samuelsen og liðfelagarnir í Mjällby vunnu ígjár steypafinaluna á Strawberry Arena leikvøllinum í Stokkhólmi. Mjällby vann 2-1 á Hammarby frammanfyri 40.000 áskoðarum.
Áki kom á vøllin í 63. minutti, og hann hevði móti dystarenda ein møguleika at økja til 3-1, men hann tók tíverri ikki av.
Øll málini vóru skotin í fyrra hálvleiki. Elliot Stroud legði Mjällby á odda í 19. minutti. Bert tríggjar minuttir seinni javnaði Hammarby til 1-1. Í yvirtíðini í fyrra hálvleiki skoraði Jacob Bergström sigursmálið hjá Mjällby.
Talan er um stórsligna søguskriving hjá AIF Mjällby. Fyri hálvum ári síðani vunnu teir svenska meistaraheitið á fyrsta sinni, og ígjár vunnu teir svensku steypakappingina á fyrsta sinni.
Ikki tí tað er ein føroyingur, ið spælir við AIF Mjällby. Men fótbóltur hevur brúk fyri slíkum sólskinssøgum, har lið sum ikki hava vunnið nakað áður sleppa framat fatinum.
HER ber til frá Youtube-rásini hjá Hammarby IF at síggja hæddarpunktini frá steypafinaluni. Hæddarpunktini fokusera meir upp á støðurnar har Hammarby burdi havt skorað, og støður, har Hammarby helt seg eiga brotsspark. Stóri málmøguleikin hjá Áka sæst t.d. ikki í samandráttinum. Men hetta er so samandrátturin, ið er tøkur:
##med2##











