Møguligar dronur steðgaðu flogferðsluni í Helsinki

Flogferðslan til og frá flogvøllinum í finska høvuðsstaðnum, Helsinki, varð steðgað í tríggjar tímar í morgun.

Illgruni um dronuvirksemi hevði við sær, at flogferðslan varð steðgað frá klokkan 03:00 til 06:00 danska tíð.

 

– Hóast flúgvingin er tikin upp aftur, fara órógvini at elva til seinkingar og avlýsingar í dag, skrivar flogvøllurin á heimasíðuni.

 

Finnski forsætisráðharrin, Petteri Orpo, greiddi fríggjanáttina frá um møguligt dronuvirksemi í høvuðsstaðarøkinum, Uusimaa.

 

Hetta hendi í einum uppslagi klokkan 05:01 á sosiala miðlinum X.

 

Umleið ein hálvan tíma seinni staðfesti hann í nýggjum innleggi, at vandin var av.

 

 

 

/Ritzau/