VIDEO: Soleiðis vann liðið hjá Hákuni seg í FINAL FOUR

(Video) Síggj ein samandrátt frá dystinum Füchse Berlin-Veszprem 35-33 (17-15)

Mynd: Füchse Berlin

FINAL FOUR í Champions League verður leikt í Lanxess Arena í Køln, vikuskiftið 13. og 14. juni. Og millum tey fýra luttakandi liðini verður liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin.

 

Füchse Berlin vann í kvøld í seinnu fjórðingsfinaluni á heimavølli 35-33 á ungarska liðnum, Veszprem aftaná brotskastskapping. Veszprem vann fyrru fjórðingsfinaluna 35-34. Sostatt vann Füchse Berlin ein samlaðan 69-68 fjórðingsfinalusigur.

 

Füchse Berlin skoraði upp á fýra av fimm brotskøstum í brotskastskappingini. Tíverri var Hákun tann einasti sum brendi fyri heimaliðið. Hákun skoraði tó tvey mál upp á tvær málroyndir í vanligu leiktíðini.

 

HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá minniliga dystinum. Í samandráttinum sæst fyrra málið hjá Hákuni, og brotskastið hann brendi í brotskastskappingini:

 

##med2##

 

Mynd: Füchse Berlin