Tað eydnaðist Noreg mikukvøldið í HM-millumbólki 3 frammanfyri heimafjøldini í Unity Arena høllini í Bærum uttanfyri Oslo at vinna tepran, men ein sera týðandi 25-24 sigur á Spania.
Leingi sá út hjá Noregi. Spania var á odda 13-10 í steðginum, og var Spania eitt skiftið á odda 19-14 í seinna hálvleiki, men norðmenn stríddu seg manniliga innaftur í dystin.
Torbjørn Bergerud stóð væl í málinum, og við sjey málum gekk Tobias Grøndahl undan við málskjótingini.
Portugal hevur fimm stig í HM-millumbólki 3. Svøríki og Brasil hava fýra stig. Spania hevur trý stig. Noreg hevur tvey stig, og Chile er aftast við ongum stigi.
HER ber til frá týsku rásini ZDF at síggja ein samandrátt frá dystinum millum Noreg og Spania:
##med2##