VIDEO: Soleiðis vunnu Áki og liðfelagarnir seg í steypafinaluna

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Mjällby-GAIS 3-0 (2-0)

Liðið hjá Áka D. Samuelsen, verandi svensku meistararnir, Mjällby AIF hevur vunnið seg í steypafinaluna, har høvuðsstaðarliðið, Hammarby verður mótstøðuliðið.

 

Mjällby vann í hálvfinaluni í dag á Strandvallen leikvøllinum í Hällevik 3-0 á GAIS. Áki spældi allan seinna hálvleik.

 

Tom Pettersson legði Mjällby á odda í 31. minutti við einum rimmar skoti frá brotsteigarmarkinum, og beint undan steðginum økti Elliot Stroud við einum brotssparki til 2-0. Seinni hálvleikur var 10 minuttir gamal, tá Jacob Bergström úr stuttari frástøðu staðfesti sigurin.

 

Finalan verður leikt á 3Arena leikvøllinum í Stokkhólmi 14. mai klokkan 16. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Mjällby-GAIS 3-0 (2-0). Áki sæst við nummar 23 á rygginum: 

 

##med2##