VIDEO: Soleiðis vunnu Füchse og Kiel sínar dystir

(Video) Síggj ein samandrátt av sigrunum hjá Füchse Berlin og THW Kiel í bundesliguni

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin hildu fast í oddasessinum við 32-30 sigri á HSG Wetzlar í Max Schmelling høllini í Berlin ígjár. Í steðginum var Füchse Berlin á odda 17-16.

 

Hákun gjørdist við fimm málum triðbesti málskjúttin hjá Füchse Berlin. Sum vant gingu Mathias Gidsel og Hans Lindberg undan hjá Füchse Berlin. Teir skutu ávikavist sjey og seks mál.

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel vunnu á útivølli ein tepran 28-27 sigur á TBV Lemgo Lippe. Í steðginum var Kiel á odda 14-13. Tað gekk akkurát hjá Kiel at knógva sigurin heim. Tá seks sekund vóru eftir av dystinum hamraði Niels Gerardus Versteijnen hjá Lemgo bóltin í stongina hjá Kiel, ið slapp við skrekkinum, og kundi ferðast heimaftur við tveimum stigum í skjáttuni.

 

Elias skoraði eitt mál og legði upp til eitt mál.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá 32-30 (17-16) sigrinum hjá Füchse Berlin:

 

##med2##

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá 28-27 (14-13) sigrinum hjá THW Kiel:

 

##med3##