– Nú løgtingsvalið av álvara nærkast er umráðandi at umrøða arbeiðsmarknaðarmál, ið hava týdning fyri allar okkara 8.000 limir. Í hesum sambandi hevur Fakfelagssamstarvið boðið umboðum úr øllum politisku flokkum at luttaka í einum kjakið um tann góða arbeiðsmarknaðin.
– Vit fegnast um sýndan áhuga og síggja fram til eitt gevandi orðaskifti. Hervið vil Fakfelagssamstarvið bjóða limum og øðrum politiskt áhugaum á gátt í Avluni í Finsen
mikukvøldið 18.mars kl.19.00, skrivaði Fakfelagssamstarvið.
Orðstýrari verður Rógvi Olavson
Politisku umboðini eru hesi:
Ruth Vang, Framsókn
Sirið Steenberg, Tjóðveldi
Jenis av Rana, Miðflokkurin
Beinir Johannesen, Fólkaflokkurin
Aksel Johannesen, Javnaðarflokkurin
Jóhan Dahl, Sambandsflokkurin
Sámal Petur í Grund, Sjálvstýri
Niðanfyri ber til at síggja kjakfundin:
##med2##











