Video: Tey tosa føroyskt á Fólkatingi

Søguligar løtur á Fólkatingi í gjár

Í september gjørdi formansskapurin í Fólkatinginum av, at fólkatingslimir nú kunnu tosa grønlendskt og føroyskt í fólkatinginum, um tey umseta til til danskt.

 

Tá setanarorðaskifti var á Fólkatingi í gjár, nýttu bæði grønlendsku og føroysku fólkatingslimirnir høvið til tað.

 

Anna Falkenberg fyri Sambandsflokkin hevði eina stutta viðmerking á føroyskum, meðan Sjúrður Skaale helt eina longri røðu aftaná at hava hildið hana á donskum.

 

Eisini hoyrdu vit Sólbjørg Jakobsen, sum situr fyri Liberal Alliance, seta ein spurning á føroyskum.

 

Hygg her:

 

##med2##

 

Grønlendsku fólkatingslimirnir eita Markus E. Olsen og Aaja Chemnitz.