VIDEO: Víkingur-Torpedo Kutaisi 0-4 (málini)

(Video) Síggj málini Víkingur fekk ímóti sær í dystinum ímóti Torpedo Kutaisi á Svangaskarði

Víkingur tapti samanlagt 0-7 ímóti georgiska Torpedo Kutaisi. Tað er greitt aftaná 0-4 tapið á Svangaskarði í kvøld.

 

Pætur Albinus tók soleiðis samanum dystin á in.fo fyrr í kvøld: "Víkingur tapti 3-0 í fyrra dystinum á útivølli, og vónirnar um eitt ótrúligt comeback byrjaðu longu at hvørva eftir góðum 10 minuttum, tá ið Milos Lacny legði gestirnar á odda 1-0 á Svangaskarði. Georgiska liðið legði ikki júst nakað stórt trýst á Víking, men teir tóku av tá ið teir vitjaðu í brotsteiginum, og Mamuka Kobkhidze syrgdi um miðan fyrra hálvleik fyri, at Torpedi Kutaisi fór til hálvleiks á odda 2-0.


Í seinna hálvleiki fekk Torpedo Kutaisi tvey mál afturat. Fyrst var tað ein leysur Olexandr Azatskiy, sum beint áðrenn tímaslagið gjørdi tað til 3-0, og smáar 10 minuttir fyri leiklok gjørdi innskifti Tornike Kapanadze tað til endaliga úrslitið, 4-0 til Torpedo Kutaisi. Georgiska liðið vann harvið dystin samanlagt 7-0."

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini Víkingur fekk ímóti sær á Svangaskarði í kvøld. Talan er um upptøkur frá FSF-varpinum, ið longu eru tøkar í Georgia. Per Martin Gregersen var frásøgumaður hjá FSF-varpinum.