VIDEO: Venesuela vann bólk B í Copa America við fullum stigatali

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Jamaika-Venesuela 0-3 (0-0)

Venesuela plagdi at vera tað veikasta landsliðið í Suðuramerika, men soleiðis er ikki longur.

 

Venesuela hevur vunnið bólk B í Copa America endaspælinum í USA við fullum stigatali.

 

Í nátt vann Venesuela greiðan 3-0 sigur á Jamaika. Hetta fekk íslendska venjaran hjá Jamaika, Heimir Hallgrímsson at kasta frá sær.

 

Í sama bólki endaði tað við javnleiki 0-0 millum Ekvador og Meksiko. Úrslitið sendir Ekvador víðari til fjórðingsfinalurnar saman við Venesuela.

 

Venesuela vann bólkin við níggju stigum. Ekvador og Meksiko hava fýra stig hvør, men Ekvador hevur betri málmun. Jamaika endaði aftast við ongum stigi.

 

Jamaika-Venesuela 0-3 (0-0)

0-1 Eduard Bello ('49 )

0-2 Salomon Rondon ('56 )

0-3 Eric Ramirez ('88 )

 

Meksiko-Ekvador 0-0

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Jamaika-Ekvador 0-3 (0-0):

 

##med2##