Eg skal ikki gera aðrar viðmerkingar til valið, enn at framgangsmátin var sera vánaligur. Eftir mínari hugsan er tað svínarí.
Bjørn á Heygum er framvegis illur, og heldur fram við at gera viðmerkingar í bløðunum. Fyri tað fyrsta átti hann at tagt, men tá hann ikki kann lata vera, átti eitt minsta krav at verið, at hann var sakligur.
Viðmerking 1
Í Sosialinum týsdagin sigur Bjørn, at um hann hevur gjørt seg inn á flokkin, má stevnuskráin broytast. Um hann er rætt endurgivin her, hevur hann ein sera stóran trupulleika.
Viðmerking 2
Bjørn sigur, at valið av Edmundi Joensen ikki var nøkur álitisváttan, og at nógvir røðarar vóru ógvuliga bersøgnir. Eg hoyrdi hvørja einastu røðu, og tað vóru bert tveir røðarar, sum vóru bersøgnir við løgmann. Tað vóru Bjørn á Heygum og Jóhan Petersen, form. í Samhald. Og at hesir vóru bersøgnir, var helst meira av tí orsøk, at teir ikki vildu góðtaka úrslitið av formansvalinum.
Viðmerking 3
Bjørn er eisini firtin um, at hann og aðrir verða kallaðir fremmand element og fólkafloksmenn. Til hetta er at siga, at tað løgmaður segði, sum Bjørn skilti sum fremmand element, var beinleiðis meint við Finnboga Arge, meðan tá hann tosaði um fólkaflokspolitikk, meinti hann við Bjørn, Atla og Suna. Hetta er vanliga uppfatanin hjá Palliba av tí hesir menn siga og gera, so um Bjørn er fornermaður, er tað tí at hann ikki tolir mótgang.
Viðmerking 4
Viðvíkjandi trupulleikunum at samla flokkin, kann nevnast, at ein av tinglimum floksins nevndi, at hann hevði tikið sær ta fríheit seinastu tíðina at úttala seg um ymisk mál. Orsøkin var, at minnilutin í tingbólkinum ikki fekk nakað av sínum sjónarmiðum ígjøgnum, og í ávísum førum ikki slapp at gera viðmerkingar til uppskot. Løgmaður er ikki limur í tingbólkinum, og tí eru tað nógv fleiri trupulleikar enn teir, sum løgmaður er atvoldin til.
Viðmerking 4
Bjørn vísir á, at úrslitið av formansvalinum vísir at løgmaður handlaði í óðum verki, tá hann útskrivaði løgtingsval. Tó sær út til at verða trupult at taka hesa próvførslu fyri góða vøru.
Her er einki skil á grundgevingunum. Hetta er púra burturvið. Dagin fyri at val bleiv útskrivað, hevði mótvalevnið hjá løgmanni 32 atkvøður, men tá valið í flokkinum varð, hevði løgmaður 32 atkvøður. Sostatt hevur løgmaður økt um sínar atkvøður, síðan løgtingsval varð útskrivað.
At enda vil eg heita á Bjørn á Heygum um at stilla upp. Nú hevur tú verið partur av einum stríði í fleiri ár. Harumframt hevur tú ikki enn góðtikið avgerðina hjá Landsfundinum. Tú skyldar tínum veljarum at lata teir døma um títt avrik.
Onkur tosar enn í dag um eitt val í 1946, men tað meta vit at vera ov gamalt til at tað kann brúkast.
Á sama hátt tosar tú í dag við 650 atkvøðum í rygginum. Í dag eru hetta gamlar atkvøður. Nú ræður um at prógva, at tú enn hevur somu undirtøku. Tað er ov bíligt at gevast nú, og geva Edmundi skyldina
Politikkur er svikaligur. Tað kann jú henda, at Kaj Leo verður næstvaldur í Tórshavn, men so verður tú tingmaður um Lisbeth fer í landsstýrið.
Eivind Jacobsen
sambandsmaður &
bygdaráðsformaður
í Sjóvar Kommunu
P.S.: Eg veit ov lítið um innanhýsis ósemjur í flokkinum til at úttala meg, og havi onga meining um hvør orsøkin er til ósemjur. Men tá onkur úttalar seg alment eigur at lata seg gera, sleppa undan at mótsiga sær sjálvum, eins og tað eigur at verða próvfast, sum sagt verður. Vónandi tekur hvør einstakur hereftir øll neyðug stig til at fáa flokkin á beina kós aftur.