VÍF vant mótleik til mansverjuna av Inga Olsen

Hondbóltur: Fer StÍF at mansverja Inga Olsen í toppdystinum í dag, eru vestmenningar klárir við mótleiki

VÍF hevur tapt tveir dystir á rað, og nú er farið at standa í oddinum. H71 er farið eitt stig fram um, og tapa vestmenningar dystin móti StÍF í morgin, kunnu teir vænta at detta fleiri pláss niður á stigatalvuni.

Tí hevur tað stóran týdning fyri liði at vinna dystin móti StÍF í morgin.

­ Tapa vit aftur hesaferð, missa vitt oddaplássið, og tí hevur tað stóran týdning at vinna móti StÍF, sigur Ingi Olsen, sum er spælandi venjari hjá VÍF.

­ Vit hava við vilja minkað um venjingina eftir Eruopa-Cup dystirnar, og vit hava helst tosað ov nógv um tað, tí spælararnir hava veruliga trappað niður. Í løtuni er tað eitt problem fyri okkum, at spælið ikki gongur, og at verjan ikki riggar sum hon skal.

Fyrsti ósigurin hjá VÍF í hálvtannað ár kom tá H71 vann í Vestmanna, og síðani fylgdi Kyndil upp við einum sigri á VÍF. Tað eru nógv, nógv ár síðani at VÍF tapti tríggjar dystir á rað, og tá vestmenningar vanliga vinna á StÍF, tala hagtølini fyri, at VÍF fótar sær í dag, men hagtølini eru ikki nóg mikið í sær sjálvum.


Klárir við mótleiki

Bæði H71 og Kyndil hava í dystunum, tá tey hava vunnið á VÍF, mansvart besta og mest týðandi spælaran hjá VÍF, Inga Olsen, og møguleiki er fyri, at Jónleif Sólsker og hansara menn í StÍF fara at taka til somu ráð í dag.

Men gera teir tað, eru vestmenningar klárir við mótleiki.

­ Tað hevur víst seg, at vit hava ikki fingið spælið at ganga, tá vit hava verið fimm móti fimm, og tí hava vit gjørt nógv við hendan trupulleika undir venjing farnu tíðina, og vit eru klárir við einum mótleiki, sigur Ingi Olsen.

­ Vit hava brúkt nógva tíð til at venja og spæla, tá eg verði mansvardur. Vit hava bæði vant at spæla fimm móti fimm, og at eg skal slíta meg leysan. Fer StÍF at mansverja meg í morgin, fara vit at leggja upp fyri tí, og sjálvt um tað fer at merkja, at eg skal slíta meg leysan, og tað kann fara at síggja nakað rótut út, so gera vit tað.

­ Tað skuldi í grundini verið betri at spæla fimm móti fimm, tí tá er betri pláss, men tá tað bara ikki er tað, so nyttar so lítið. Nú hava vit vant tað nógv, og hvat úrslitið verður av tí, fæst at síggja í morgin, sigur Ingi Olsen.


Ovurstóra virðingin

er burtur

At H71 setti hol á og vann á VÍF, gjørdi støðuna hjá VÍF nógv truplari, tí umframt tvey bæði mistu stigini, var nakað av tí ovurstóru virðingini, sum liðini høvdu fyri VÍF, alt í einum burtur, og tað merkja teir eisini í Vestmanna.

­ Í fjør var tað heilt týðuligt, at liðini góvu tíðliga upp, um tey ikki kláraðu at spæla upp ímóti okkum, men soleiðis er ikki longur. Tann næstan ov stóra virðingin, sum liðini høvdu fyri okkum í fjør, er burtur, og tað ger uppgávuna hjá okkum truplari, hóast eg væl dugi at síggja, at tað tænir føroyskum hondbólti, sigur Ingi Olsen.

­ Fyri okkum hevur tað týdning at fáa gongd á aftur, og tí hevur dysturin móti StÍF stóran týdning. Vit mugu vinna hann, fyri at ikki at koma aftur um hini liðini, sigur Ingi Olsen.


Kyndil eisini við

Kyndil, sum er eitt av liðunum í fremstu røð, hevur í dag dyst móti KÍF, sum er aftast í deildini. Kyndlamenn kunnu halda fast um sína oddastøðu við at vinna dystin, og tað vil samstundis merkja, at KÍF kann halda fram á aftasta plássið. Einasta liðið, sum KÍF hevur samband við í løtuni, er Neistin, sum mikukvøldið fekk javnt móti H71.

Hjá kvinnunum verða tveir dystir hetta vikuskiftið. Í dag verður botndystur á Kambsdali, har GÍ og Stjørnan fara at spæla. Liðini hava spælt í Klaksvík fyrr í ár, og tá vann Stjørnan við tveimum málum. Síðani tá hevur GÍ tapt fleiri dystir stórt, og tær eru tí altráðar eftir at fóta sær aftur, og tað kunnu tær bert gera, um tær vinna dystin í dag.

Seinasta dysturin hetta vikuskiftið verður í morgin, og er millum VB og Kyndil. Dysturin verður spældur í Vági.