Í næstum kemur henda danska sjónleikarakvinnan, Vigga Bro, til Føroya. Hon fer í døgunum 23. mai til 29. mai at halda skeið í frásagnarkynstri. Skeiðið verður í nýggju hølunum hjá Grímu í Gamla Meiarínum í Havn. Í sambandi við skeiðið, sum longu er fullteknað, verða ymisk áhugaverd tiltøk.
Vigga Bro fer sjálv at føra fram leikin »I Orkanens Øje«. Hetta er einmansleikur, sum hon sjálv hevur skrivað. Leikurin byggir á ymiskar søgur, m.a. eftir Karen Blixen o.ø. Leikurin verður sýndur í hølunum hjá Grímu í Havn sunnudagin 24. mai kl. 16 og týskvøldið 26. mai kl. 20. Mikudagin verður farið til Sumbiar við leikinum.
Áðrenn skeiðið verður eisini eitt tiltak leygarkvøldið 23. mai kl. 20. Tá verður skipað fyri einum frásagnarkvøldi/nátt. Hetta kvøldið fara innbodnir gestir úr øllum landinum at siga frá søgum. Luttakarar verða Paula Olsen av Sandi, Jukim Olsen úr Svínoy, Hjørleif Enni av Tvøroyri, Sverri Djurhuus úr Kollafirði, Hans David Matras av Kirkju, Wilhelmina Larsen úr Dali, Steingrímur Poulsen úr Skopun og Hans J. Hansen úr Fuglafirði.
Harafturat fer Eyðun Andreasen at hugleiða um frásøgu á mannamunni, og Kári Sverrison fer at frambera gomul skjaldur. Ætlanin er síðani at lata frásagnaráhugaðum áhoyrarum orðið. Roynt verður somuleiðis at skapa slíkt huglag, sum fyrr var, tá fólk søgdu frá søgum ? ein roykstovudám.
Atgongumerki til tiltøkini eru at fáa í Kunningarstovuni í Havn, tlf. 315788. Kostnaðurin til leikin »I Orkanens Øje« er kr. 80,- og til frásagnarkvøldið fara atgongumerkini at kosta kr. 100,-